Jóna Mortensen
----
Ein viðbrekin spurningur, tí sigur tú nei, ert tú fordómsfull og dømandi. Sjálvandi eru samkynd líka góð foreldur, sum eg og onnur, tað hevur jú einki við seksuella orientering at gera, hvussu ein er sum persónur. Men tað sum fólk gloyma, haldi eg, er at ættleidd børn eru meira »viðbrekin« enn biologisk børn. Tað er í hvussu so er mín roynd. Tey skulu fyrihalda seg til nógv meira enn biologisk børn. Hvaðani komi eg, hvørji eru míni biologisku foreldur, hví havi eg ein annan húðarlit. Tey eru ofta rastleys og føla seg ofta ikki heilt accepteraðan, føla at tey allatíðina skulu »forsvara seg«.
Hví verði eg happað, ja trúgv mær, eg veit hvat eg tosi um. Happing er ikki fremmand í Føroyum og ongantíð verri enn, tá tey eru børn. Eg kann bara ímynda mær, hvat tey skulu ígjøgnum, tá tey skulu »forsvara« at hava tvey foreldur av sama kyni. Fordómarnir fyri samkyndum eru so nógvir bæði her og arðastaðni, tað síggja vit jú allatíðina. So kann ein so siga, skulu tey samkyntu so svíða fyri at so er? Tað áttu tey ikki, vit hava jú lógir fyri, at soleiðis átti tað ikki at verið. Men veruleikin er jú ein annar, og tað mugu vit fyrihalda okkum til. Vit liva enn í eini lítlari ostaklokku, hvar fordómur stórtrívist, tíverri.
Fyri 8 árum síðani stóð ein grein um hettar sama evni í einum donskum blað, »Adoption og Samfund«. Eg sat akkurát og læs greinina, tá dóttirin sum tá var 9 ár kom inn, hon spurdi meg hvat stóð har. Eg forklári henni, at tað stendur, at samkynd eiga at hava rætt til at ættleiða. Hon hugdi upp á meg og segði, nei so hevði eg heldur vilja doyð á gøtuni í India.
Hví sigur tú so segði eg.
Tí tað er nóg strævið at vera annarleiðis í Føroyum, sum er, svaraði hon. Og eg trúgvi, at hattar er akkurát trupuleikin. Tað er ein ov stórur biti hjá børnunum at slúka. Tey eru so nógv annarleiðis sum er, at fundamentið má verða so »vanligt« sum gjørligt. Eg vóni ikki, at eg traðki á nakran, tí trupuleikin er ikki um foreldrini eru samkynd, tað er holdningurin í samfelagnum til samkynd, sum er trupuleikin.