Skulu samkynd á skema í fólkaskúlanum?

Hví verður tað at vera samkynd, ikki tikið upp sum eitt evni í fólkaskúlanum?


Skulu samkynd takast upp sum eitt serligt evni í fólkaskúlanum?

Tað er ein spurningur, sum er reistur í seinastu viku, eftir at Skúlablaðið hevur umrøtt spurningin.

Og nú gevur Andrea á Rípuni, nevndarlimr í Lærarafelagnum eisini sítt íkast til kjakið 

 

Hon staðfestir í Skúlablaðnum, at nógv eru full í hugskotum um, hvørji evni, skúlin eigur at taka upp, alt eftir hvat tey sjálvi halda hevur týdning.

- Hvør veit, kanska eru samkynd tikin upp í fólkaskúlanum, ikki sum eitt evni fyri seg, men sum ein natúrligur partur av undirvísingini, sigur hon.

- Hví skal hetta vera eitt serligt evni, sum skúlin skal arbeiða við burturav, spyr hon.

 

Hon sigur, at evnisvikur eru ikki svarið til alt og hon heldur, at tað er væl hugsandi, at spurningurin um samkynd verður mettur sum nakað natúrligt, tá tað fellur inn í undirvísingina, heldur enn, at eitt evni, skúlin skal arbeiða við serstakt.

 

- Tað eru uttan iva føroyingar, sum halda, at skúlin skal hava eitt evnisarbeiði um ADHD, tí tey kenna onkra, ella teirra barn hevur ADHD.

- Aðrir halda, at undirvísingin til koyrikoyrt skal inn um skúlans gátt, og øll kenna vit eisini, at mannarættindi eigur pláss í skúlanum. 

- Men tað er eitt mark fyri, hvat vit áleggja skúlanum, uttan at okkurt verður tikið burtur. Hvør er so tann rætti at siga, hvat skal við og hvat skal ikki, spyr hon.

 

Andrea á Rípuni leggur dent á, at fremsta uppgávan hjá fólkaskúlanum er at læra næmingarnar at lesa, skriva og rokna, tí annars kunnu tey illa lívbjarga sær.

- Afturat hesum koma nógv onnur evni, sum trivnaður, samhald, sjálvsálit og sjálvsvirði.

- Vit mugu ongantíð gloyma, at tíðin á skúlabeinki er avmarkað og skal brúkast við skili og til tað, ið hevur týdning.

- Tíðin, ið tá loypur av, kann síðan brúkast til alt annað og ikki øvugt, sigur Andrea á Rípuni í Skúlablaðnum.