Skulu royna at fáa klaksvíkingar aftur

Lyklauppgerðir í bæði toppi og botni eru á skránni seinnapartin

Í gjárkvøldið legði KÍ við 2-1 sigri á Skála seg fimm stig framum Víking og átta stig framum NSÍ. Fjarstøðan aftur til stóru feløgini í Gundadali er tólv stig.

Seinnapartin verður møguleiki at minka um frástøðuna fram til klaksvíkingar.

Innanhýsis uppgerðin millum tey í ovaru hálvu verður í Gundadali, har B36 fær vitjan av Víkingi.

NSÍ og HB skulu bæði spæla á útivølli ímóti uppflytarunum.

NSÍ skal spæla í Streymnesi ímóti EB/Streymi, og HB skal spæla ímóti 07 Vestur í Sørvági, har fyrsti dysturin verður spældur á nýggja undirlagnum.

Illa sperda ÍF fær vitjan av Suðringum, sum vóru topplið eftir fimm umfør, og sum nú eru á sætta plássi.

 

ÍF-TB/FCS/Royn: Petur Reinert kl. 16.00

EB/Streymur-NSÍ: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00

07 Vestur-HB: Kári J. á Høvdanum kl. 17.00

B36-Víkingur: Eiler Rasmussen kl. 15.00

 

Fríggjadagin

Skála-KÍ 1-2 (1-2)

0-1: Albert Adu 4.

0-2: sjálvmál 8.

1-2: Michal Przybylski 19.

Dómari: Alex Troleis

Skála: Andras Gango – Ari Olsen (Andras Frederiksberg, 79.), Jákup Jakobsen, Valerian Iboashvili, Jónhard Frederiksberg – Pætur Dam Jacobsen, Hákun Edmundsson – Mamuka Toronjadze (André Olsen, 79.), Edvin Jacobsen, Jákup Johansen - Michal Przybylski (Leivur Joensen, 72.)

Gult kort: Valerian Iboashvili

Venjari: Pauli Poulsen

KÍ: Kristian Joensen – Jonas Flindt Rasmussen, Hørður H. Askham, Jákup B. Andreasen – Dion Splidt, Jóannes Bjartalíð (Hjalgrím Elttør, 89.), Semir Hadzibulic, Atli Danielsen, Ísak Simonsen (Ólavur Niclasen, 53.) – Albert Adu (Ahmed Mujdragic, 72.), Páll A. Klettskarð

Gult kort: eingin

Venjari: Mikkjal Thomassen

 

Støðan

KÍ 25 stig

Víkingur 20 stig

NSÍ 17 stig

B36 13 stig

HB 13 stig

Suðringar 12 stig

EB/Streymur 11 stig

Skála 9 stig

07 Vestur 8 stig

ÍF 6 stig

KÍ og Skála hava spælt 11 dystir, og hini liðini hava spælt 10 dystir.