Nú skulu vit rinda, bara fyri at hava eina kontu í BankNordik.
Nú skulu tey, sum hava eina kontu í BankNordik nevniliga rinda upp í 240 krónur um árið í ómaksgjaldið –bara fyri at hava kontuna.
Tað boðar bankin frá í kvøld
Bankin sigur, at seinatu árini hava viðskiftafólkini hjá bankanum fingið fleiri góð tilboð. Eitt nú er bæði bústaðarrentan og tryggingargjøldini hjá Trygd lækkað.
Men skal bankin ”framhaldandi skal kunna veita kundunum góð tilboð, er tað ein fyritreyt, at allir kundar gjalda sín part av teimum útreiðslum, ið eru knýttar at umsiting av bankakontum og øðrum tænastum”, sigur Bankin.
- Bankin hevur t.d. høgar KT-útreiðslur í hesum sambandi, og tí verður eitt avmarkað mánaðarligt kontugjald nú ásett.
Kontugjaldið kemur í gildi tann 1. august.
Men nøkur undantøk eru
- Allir kundar í fyrimunaskipanum bankans, kundar undir 18 ár og kundar, ið eru føddir áðrenn 1945, sleppa undan kontugjaldinum.
Somuleiðis sleppa tey undan gjaldinum ”hvørs samlaðu fíggjarviðurskifti við bankan eru omanfyri kr. 100.000”
Janus Petersen, stjóri í Bankanum, sigur í tíðindaskrivi í kvøld, at kontugjaldið verður ásett tí at tað er neyðugt, at viðskiftafólk gjalda fyri tað, tænasturnar kosta.
Hjá teimum, sum skulu rinda, er nýggja kontugjaldið í mesta lagi 20 krónur um mánaðin, sama, hvussu nógvar kontur, ein hevur, sigur Bankin.
|