Skulu rinda fyri at fiska makrel

Grønlendski landskassin ætlar sær 150 mió. krónur í tilfeingisgjaldi av makreli í ár.

Skip, sum ætla sær at fiska makrel í grønlendskum sjógvi í ár, skulu ætlandi rinda grønlendska landskassanum hálva aðru krónu í tilfeingisgjaldi fyri hvørt kilo. Og sambært Grønlandsbankanum er hetta ein skilagóð avgerð.

 

-Eitt tilfeingisgjald upp á 1,50 krónu fyri kilo má sigast at vera rímiligt, men vit hava ikki tikið støðu til, um tað skal vera eitt sindur lægri ella hægri, sigur stjórin í bankanum, Martin Kvistgaard, við blaðið Sermitsiaq. Hann leggur dent á, at tað er neyðugt at hava fiskaprísin og kappingarførið í huga, tá gjaldið verður ásett, og hann mælir politikarunum til at tosa við partarnar í fiskivinnuni um fyritreytirnar hjá vinnuni.

 

Í fjør fiskaðu grønlendsk og útlendsk skip makrel fyri eina mia. krónur í grønlendskum sjógvi, men tá var einki tilfeingisgjald. Grønlandsbankin sigur, at tað er líkt til, at fiskiskapurin í fjør kastaði væl av sær.

 

Grønlendska arbeiðsgevarafelagið hevur mælt landsstýrinum frá at krevja tilfeingisgjald frá skipunum, sum skulu fiska makrel, tí tað verður ein byrða fyri vinnuna, sigur felagið.

Landsstýrið í Nuuk hevur ásett makrelkvotuna í ár til 100.000 tons, so tilfeingisgjaldið fer ætlandi at geva landskassanum 150 mió. krónur.