Tað er ikki meiri enn rímiligt, at øll tey, sum hava mist pengar upp á, at drotningin, og Heindrikkur prinsur, brádliga avlýsti ferðina til Føroya, fáa endurgjald.
Tað heldur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri.
Nettupp tvørafólk høvdu ein høvuðsleiklut í sambandi við vitjanina hjá kongshúsinum hesa ferð, tí har skuldu fleiri tiltøk vera, eisini ein døgverði um kvøldið, og annað.
- Tað eru nógv, sum hava mist rættiliga fitt av pengum, nú alt brádliga varð avlýst, sigur hann.
Hann sigur, at tey hava leigað høli, kokk, tænarar, og annað, og alt er nú avlýst. Og hølini eru ikki leigað bara í ein dag, men í fleiri dagar í sambandi við at alt eisini skuldi riggast til.
Harumframt eru eisini aðrar fyrireikingar gjørdar, sum hava kosta pengar, men sum nú vóru til onga nyttu.
Men nú alt er avlýst, missa øll hesi fólkini fitt av inntøku, tí helst er ov seint at útvega nýggj leigumál nú, sigur borgarstjórin.
Tí heldur hann, at løgmansskrivstovan eigur at rinda tað, hetta hevur kostað, hóast vitjanin varð avlýst.
Kristin Michelsen sigur, at hetta er ein spurningur, hann nú fer at taka upp við borgarstjórarnar í øðrum kommunum, sum eru raktir av avlýsingini fyri at vita, um tað ber til at koma til eina felags niðurstøðu.
Hann heldur, at tað mest sjálvsagda var, at løgmansskrivstovan setir seg í sambandi við kommurnar, sum skuldi fáa kongliga vitjan, um støðuna. Endamálið við tí skuldi vera at útvega eitt yvirlit yvir tær fyrireikingar, sum eru gjørdar, so at tey kundu fingið eitt fíggjarligt endurgjald.
Hann heldur, at drotningavitjanin skuldi verðið avlýst beinanvegin, fólkatingsval varð útskrivað, tí so slapst undan øllum hesum fyrireikingunum til onga nyttu.










