Kunnu vit góðtaka, at eitt skeinkistað, sum ferð eftir ferð loyvir børnum og ungum undir 18 ár inn og skeinkir fyri teimum, sleppur at varðveita skeinkiloyvið. Tað er ein spurningur, Djóni Nolsøe Joensen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, nú vil hava svar upp á.
Og tí hevur hann nú biðið Poul Michelsen, landsstýrismann í vinnumálum, greiða frá, hvat hann heldur um hesi viðurskifti. Hann spyr eisini Poul Michelsen um ikki ein harðari revsing hevði fingið tey skeinkistøð, lata børn og ung undir 18 ár sleppa inn, at hugsa seg betur um, tí sum støðan er nú, fáa tey bara eina lítla bót.
Djóni Nolsøe Joensen vísir á, at í lógini stendur, at tann, sum ikki heldur treytirnar í einum skeinkiloyvi, kann missa tað. Men hann heldur, at tað er undrunarvert, at tað ikki stendur í lógini, at skeinkiloyvið skal takast frá teimum, sum ikki halda lógina. Tey kunnu so missa skeinkiloyvið heilt, ella partvís.
Djóni Nolsøe Joensen hevur áður tikið spurningin upp, tí hann sigur, at í sínum borgarliga yrki sum pedagogur, er tað hansara greiða fatan av teimum ungu, at tað er sjáldan at tað er nakar trupulleiki hjá teimum at sleppa inn á eitt skeinkistað.
Les eisini: Harðari treytir til tey sum hava skeinkiloyvi