Skulu renna á Tórsbreyt

Tórshavnar Kommuna hevur gjørt av, at nýggja rennibreytin skal eita Tórsbreyt. Á fundi í gøtunavnanevndini 2. mai 2008 samtykti nevndin at taka undir við einum uppskoti um, at nýggja rennibreytin í Havn skal eita Tórsbreyt. Ætlandi skuldi breytin vera klár at taka í nýtslu til seinastu ólavsøku, men ætlanin varð seinkað. Ístaðin verður roknað við, at breytin verður klár til komandi ólavsøku.