Skulu ongan tíð undirmetast

Radomir Antic staðfesti mikudagin, at hann aftur og aftur hevði sagt sínum spælarum, at Føroyar máttu ikki undirmetast

Fótbóltur

 

Hann er ikki komin langan veg í fótbóltsheiminum við at undirmeta mótstøðumenn sínar.

Og hóast Radomir Antic sjálvandi viðgekk, at Serbia var stórfavorittur á Tórsvølli, so var hann meira enn fegin um at fara heim við trimum stigum.

- Eg havi fleiri ferðir sagt við mínar spælarar, at teir máttu ikki undirmeta Føroyar. Føroyska liðið hevur ment seg støðugt, og tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn tit taka eitt av teimum stóru liðunum, segði Antic eftir dystin mikukvøldið.

Hinvegin staðfesti hann eisini, at serbiski sigurin var uppiborin.

- Vit sýndu gott tol, hóast føroyska liðið gjørdi uppgávuna trupla fyri okkum. Tað gav eisini úrslit, tá vit skora beint fyri steðgin, og eg haldi, at vit høvdu tamarhald á tí mesta eftir hetta, segði Radomir Antic millum annað eftir dystin.