Skal Grikkaland sleppa burtur úr teirri sera álvarssomu búskaparkreppuni, sum landið er í, noyðast øll tey almennu starvsfólkini at góðtaka, at lønin minkar. Tey boðini fekk grikska stjórnin frá ES-nevndini í dag. Risastórt hall á fíggjarlógini og ovurstór almenn skuld hava gjørt, at Grikkaland er um at fara á húsagang, og lønarniðurskurður er sambært ES-nevndini tann einasta loysnin. Samstundis skulu ymsar vælferðartænastur skerjast. Grikkaland skyldar meiri enn 2.000 milliardir krónur og er tað fyrsta evrulandið, sum er komið í so stórar trupulleikar.