– Vit mugu ikki seta eina lóg í gildi sum tekur hugin frá børnum og ungum at fáast við seyð.
Løgtingsmenn mæla staðiliga til at vísa varsemi, nú Løgtingið viðger eina lóg um djóravælferð, sum skal setast ístaðin fyri tað avgomlu djóraverndarlógina sum tíðin langt síðani eru farin frá.
Brandur Sandoy, sum hevur sæti løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, er sjálvur bóndi á Sandi, og hann ávaraði ímóti eini ávísari orðing í lógini. Tað stendur nevniliga í lógini, at tann, ið rekur vinnuligt djórahald, skal ikki lata børn undir 16 ára aldur hava sjálvstøðuga ábyrgd av djórum.
Hesari orðing er Brandur Sandoy hart ímóti. Eisini floksfelagi hansara, Jógvan á Lakjuni, ávaraði um, at lógin má ikki forða børnum í at taka ábyrgd og eisini Jónleif Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin staðfesti, at á hesum øki má ansast sera væl eftir.
Í munum hugaheimi er hetta at gera alt ov nógv og, og hetta eigur ikki at standa í lógini, sigur Brandur Sandoy. Hann førir fram, at tað er mangan á blaðungum aldri, at hugurin til landbúnað sprettur og hann sigur, at Løgtingið kann ikki samtykkja eina lóg, sum forðar fyri tí. Sostatt skal aldursmarkið burtur
Brandur Sandoy sigur, at tað einasta, sum skal standa í lógini, er, at tann, sum eigur ein garð, hevur ábyrgdina av, at dýrini verða væl røkt.
Sjálvur hevur hann nógvan seyð, og hansara børn hava verið uppi í frá fyrsta degi og føla stóra ábyrgd fyri garðinum. Og hann hevði ikki ivast eina løtu í, at latið børnini havt ábyrgdina at seyðinum í eina tíð, skuldi hann farið at ferðast, hóast tey bara vóru 12 ára gomul.
Annars heldur hann, at djórahald skal valdast, tí eitt er at passa nakrar seyðir og nakrar hønur, nakað heilt annað er at hava ábyrgdina av einum stórum fjósi við tíggjutals mjólkneytum.
Annita á Fríðriksmørk sigur, at meiningin við hesum kann ikki vera, at børn og ung ikki skulu sleppa at passa neyt og seyð fyri ein bónda og hava ábyrgd av einum garði í ávísar dagar.