Skulu nú sleppa undan at rinda tvær ferðir

Tað er ikki nøktandi, at nakrir føroyingar verða noyddir at rinda dupult gjald til sína egnu pensjón

Nú skulu føroyingar, sum arbeiða uttanlands – fyri ein útlendskan arbeiðsgevara, sleppa undan at rinda til sína egnu eftirløn í Føroyum.

Tað ætlar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og tað fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið um í næstum.

Hann sigur, at verður uppskotið samtykt í vár, verður broytingin sett í gildi beinanvegin, soleiðis, at tær eisini vera galdandi fyri inntøkurnar í ár.

Hetta upplýsir landsstýrismaðurin, nú Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hann nær ein loysn kann væntast á hesum máli

– Støðan í løtuni er tann, at føroyingar, sum búgva í Føroyum, men sum sigla í Noregi, mugu gjalda eftirløn til tvær eftirlønarskipanir, eina í Føroyum og eina í Noregi.

Aðrir føroyingar, sum búgva í Føroyum, men sum sigla uttanlands, kunnu søkja um at sleppa frá at rinda til føroysku eftirlønarskipanina.

Hinvegin skulu teir, ið sigla við norskum skipum, ella arbeiða í Noregi, rinda til norsku eftirlønarskipanina, Folketrygd, og sostatt fáa teir eisini rætt til eftirløn haðani.

Men tað merkir samstundis, at teir mugu gjalda til eftirløn í tveimum londum og mugu sostatt gjalda ein nógv størri part av sínari inntøku til eftirløn enn fólk flest.