- Tað skal bera til at taka søluloyvið frá handlum og kioskum, sum selja sigarettir til ung undir 18 ár.
Tað heldur Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum.
Hetta er eisini eitt av teimum sjey tilmælinum frá Fólkaheilsuráðnum til politiska myndugleikan og sum vit vísa á í aðrari grein her á síðuni.
Hann heldur, at skulu vit tosa um at fyribyrgja, at tey ungu yvirhøvur fara at roykja, eru tað nøkur ávís átøk, sum høvdu munað rættiliga væl.
Eitt av hesum átøkum er, at vit tryggja okkum, at tey ungu ikki sleppa at keypa tubbakk yvirhøvur.
- Tað sær tíverri út til, at tað sleppa tey í dag, hóast tað er ólógligt at selja ungum undir 18 ár sigarettir, staðfestir hann.
Hann vísir á, at kanningar hava staðfest, at 20% av teimum ungu í níggjunda flokki, roykja.
Hjá honum er tað ein greið ábending um, at tey fáa sigarettir til keyps.
- Tá ið so stórur partur av ungdóminum roykir, kann tað ikki alt samalt vera sigarettir, tey fáa ella stjala frá foreldrum ella fáa frá øðrum, sum eru yvir 18 ár.
Serligt loyvi
Hann sigur, at ein háttur at bast hesum, kundi verið at skipa søluna av tubbakki akkurát, sum sølan av rúsdrekka er skipað.
- Tað merkir, at kioskir og handlar skulu hava serligt loyvi at selja tubbakk.
- Men verður tey tikin í at selja tubbakk til ung undir 18 ár, skal tað bera til at taka loyvið frá teimum aftur, so at tey ikki sleppa at selja tubbakk, sigur Pál Weihe.
- Tað hevði verið ein skilagóð skipan, tí tað er ikki rímiligt, at tað skal bera til at selja ungum undir 18 ár sigarettir, uttan at tað fær avleiðingar.
Endamálið er at geva eina greiða ábending um, at tubbakksøla skal takast í størsta álvara.
- Ein loyvisskipan hevði víst, at myndugleikin tekur tubbakksølu í størsta álvara, akkurát sum at søla av rúsdrekka verður tikin í álvara, tí har fellur hamarin, tá ið lógin verður brotin.
- Og eg haldi ikki, at tað er rætt, at tað ongar avleiðingar fær fyri kioskir og handlar, sum ikki halda lógina, heldur Pál Weihe.
Úr eygunum
Fólkaheilsuráðið mælir eisini heilt til at banna royking á skúlum og á dagstovnum, har børn eru.
Somuleiðis skal tað ikki vera loyvt at roykja í húsum, har børn eru í dagrøkt.
Tí mælir Fólkaheilsuráðið til, at royking verður bannað á øllum matrikulnummarinum hjá skúlanum, dagstovninum ella dagrøktini.
- Tað kann ikki vera meiningin, at lærarar of Pedagogar ikki skulu sleppa at roykja innandura, tí tað er longu bannað, men at teir so bara fara út í tún at roykja upp í andlitið á børnunum, samstundis sum roynt verður at prentað niður í tey, hvussu skaðiligt, tað er.
Ì hesum sambandi kann nevnast, at hetta stigið hava fleiri myndugleikar nú tikið. Eitt nú hevur Tórshavnar Kommuna bannað royking á øllum matrikulnummarum hjá skúlum og og dagstovnum í kommununi og tað sama hevur skúlin á Tftum gjørt.
LES EISINI GREININA:Tiltøk setast í verk at avmarka royking
LES EISINI GREININA:Prísurin á sigarettum eigur at hækkast 10%