Skulu menn í Føroyum kunna hava fleiri konur?

Summir løgtingslimir stúra fyri, hvat tað fer at enda við, verður hjúnabandslógin fyrst broytt eina ferð

Skal tað bera til hjá monnum í Føroyum at hava fleiri konur?

 

Tað var ein spurningur, sum varð reistur, tá ið Løgtingið í gjár viðgjørdi málið um at broyta hjúnabandslógina.

 

Nógvir steinar vórðu vendir í kjakinum, og nøkur tingfólk spurdu, hvar vit enda, verður hjúnabandslógin fyrst broytt eina ferð.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, tingkvinna fyri Fólkaflokkin helt, at tað var gott at stríðast fyri rættindunum hjá minnilutin.

 

Men máti skuldi vera við kortini og ein spurningur, hon reisti umaftur og umaftur, var spurningurin um fleirgiftur.

 

Hon vísti á, at í Føroyum verður tosað um at fáa flóttafólk til landið.

- Vit vita, at summir menn í teimum londum, flóttafólkini eru, hava fleiri konur. Kunnu vit síggja fyri sær, at um nøkur ár fara vit eisini at stríðast fyri rættin hjá hesum minnilutanum til at hava fleiri konur, spurdi hon.

 

Onkur tingfólk, sum eru ímóti at broyta hjúnabandslógina, halda, at alt er hugsandi.

 

Men Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, og forsprákari fyri at broyta hjúnabandslógina, dugdi ikki at síggja, hvat hetta hevði við ítøkiliga málið um at broyta hjúnabandslógina, at gera.

 

Men hon staðfesti kortini, at hon ætlaði sær í hvussu so er at stríðast ímóti, at Føroyar løgdu seg á somu fundamentalistisku kós, summi av hesum londunum, flóttafólkini eru úr, hava lagt seg á.

 

- Har eru tey nettupp farin frá aðalregluni um at skilja politikk og átrúnað sundur.

 

- Vit skulu skilja spurningin um borgararættindi og tað andaliga, sundur. Tað hava vit altíð gjørt í Føroyum, og tað kósina eiga vit at halda, segði hon.

 

- Tað, summi kalla eina glíðibreyt, kalli eg eina nátúrliga samfelagsmenning, legði Bjørt Samuelsen.

 

Eisini Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin ávaraði ímóti, hvat hetta hann enda við.

Hann segði, at tað nýggjasta á hesum øki er, at tey ungu í einum politiskum flokki í Svøríki, Moderaterna, nú skjóta upp, at systkin skulu fáa loyvi til at giftast við hvørjum øðrum og at hava eitt kynslív.

 

- Tað er tí at vit hava onga felags fatan av longu, hvat moralur og etikkur er. Hinvegin tað skal standa til hvønn einstaka at avgera, hvussu tey halda tað vera best at skipa seg.

 

- Tað gongur tann vegin, at nú skal tað vera loyvt, sum var fullkomiliga óhugsandi fyri nøkrum árum síðani, sigur Bill Justinussen.