Skulu liva upp til sítt heiti

Klaksvíkingar seta hesa vikuna fokus á umhvørvið í kommununi.

Millum tiltøkini er ein ruddingardagur leygardagin, har livast skal upp til heitið hjá kommununi ?Reinur og fríður er Klaksvíkar býur?.

Endamálið við tiltakinum er fyrst og fremst at hvør einstakur borgari sjálvur skal hyggja eftir egnum umhvørvi, við tí fyri eyga at rudda og hampa um og síðani beina óruddið burtur.

Leygardagin skulu ella kunnu allir klaksvíkingar fara út at rudda alt tað leysa sum liggur runt umkring, og síðani beina tað av vegnum.

Samstundis við hetta bjóðar kommunan fólki ein ókeypis pakka við plantum og trøum at seta niður í egnan urtagarð.

Tað eru kortini ikki bert tey vaksnu sum luttaka í hesi umhvørvisvikuni. Vanligt er eisini at barnagarðar, skúlar, skótar og ítróttarfeløg taka lut og gera sítt til, at Klaksvík framvegis kann verða reinur og fríður.

- Tað er umráðandi, at vit øll taka eina hond í, tí um øll rudda eitt sindur, fer tað veruliga at muna samanlagt. Júst hetta er endamálið við umhvørvisvikuni, at fáa so nógvar borgarar, sum gjørligt, at hugsa um umhvørvið og at handla.

- Eru vit øll við at rudda eitt sindur, munar tað væl, sigur Klaksvíkar kommuna.