Soleiðis er treytirnar vorðnar á bygd í Føroyum anno 2019.
Sofus Debes Johannesen við Gjógv hevur tikið myndina, og hann skrivar soleiðis á Facebook:
»Nú er postkassin við Gjógv tikin niður, og vit skulu út á Oyrarbakka, um vit skulu koyra eitt bræv í postkassan.
Sparing?
Hvussu nógv munnu tey spara við hesum? Postboðið kemur (enn) til Gjáar við posti, og tað mátti ikki verið tann stóri ómakurin (ella kostnaðurin) at tømt postkassan, tá tey kortini vóru her.
Men tað næsta verður helst, at postboðini heldur ikki koma higar við posti og vit skulu út á Oyrarbakka eftir postinum?«