Skulu keypa brennistøðina í Havn fyri 75 milliónir

Arbeitt verður við at gera eina felags brennistøð fyri alt landið, og hon verður í Havn, sigur borgarstjórin í Sunda Kommunu

– Tað einasta rætta er at vit hava eina felags brennistøð fyri alt landið.

Tað er endamálið, nú arbeitt verður við at gera Tórshavnar Kommunu til lim í IRF, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda Kommunu.

IRF er renovatiónsfelagsskapurin fyri allar Føroyar  - uttan Tórshavnar kommunu, sum hevur sína egnu ruskinnsavning, og sína egnu brennistøð.

IRF hevur eina brennistøð á Hagaleiti í Leirvík og Tóshavnar Kommuna hevur eina brennistøð á Sandvíkahjalla í Hoyvík.

Men í seinastuni hevur verið arbeitt við at gera Tórshavnar Kommunu til lim í IRF. Tann spurningurin var til umrøðu í bygdaráðnum í Sunda Kommunu mikukvøldið, og har taka tey fult undir við tí.

– Heðin Zachariasen sigur at tað eru stórur fyrimunir í at leggja báðir renovatiónsfelagsskapirnir saman í IRF, sum so eisini yvirtekur allar ognirnar hjá báðum felagsskapunum, eisini brennistøðirnar.

Í hesum sambandi liggur tað í kortunum, at IRF skal keypa brennistøðina hjá Tórshavnar Kommunu á Sandvíkahjalla fyri 75 milliónir krónur.

Heðin Zachariasen sigur, at um nøkur ár skal so ein felags brennistøð byggjast á Sandvíkahjalla. Tað verður ein brennistøð við tveimum ovnum, har annar verður bygdur fyrst, og so er ætlanin at niðurleggja tær báðar verandi brennistøðirnar, so tvørt tær eru uppslitnar. Tá ið tørvur so er á tí, verður eisini hin ovnurin gjørdur í brennistøðini, soleiðis at vit fáa eina brennistøð í Havn við tveimum ovnum.

– Tað merkir, at framyvir verður alt rusk í Føroyum, sum skal brennast, brent á eini støð í Havn og tað hevur stórar fyrimunir við sær. Ein av fyrimununum er, at Havnin er so stór, at tað ber væl til at gagnnýta allan avlopshitan frá teimum til hús og bygningar og svimjihallir, og hvat tað skal vera,  sigur Heðin Zachariasen.

– Tað er heilt sjálvsagt, at ein felags brennistøð er í Havn, tí har ber til at gagnnýta allan avlopshitan frá henni, leggur hann afturat.

Men tað hevur so eisini ein annan fyrimun, og tað er, at brennistøðin á Sandvíkahjalla fer at hava tveir ovnar, og tað merkir, at verður tað neyðugt at lukka aðra eitt skifti av umvælingum ella einum breki, kann hin ovnurin framvegis taka ímóti ruski, sigur borgarstjórin í Sunda Kommunu.

Samstundis hevur verið arbeitt við at gera eitt felags tyrvingarpláss í Junkarahaganum í Leirvík, men umsitingin verður framvegis hjá IRF í Leirvík.

Heðin Zachariasen sigur, at ein felags ruskbrenning, og ein felags ruskinnsavning, fer at geva IRF nakrar stórrakstrarfyrimunir, so tilsamans fer at tað vera bíligari upp á seg, at burturbeina rusk.

– Hví skulu vit hava tvær innsavningarskipanir, og tvær brennistøðir í Føroyum, tá ið tað er nóg mikið við einari, spyr Heðin Zachariasen.

Akkurát nær samanleggingin verður verueleiki, er ringt at siga, tí nú viðgera kommunurnar kring landið málið og tað eru tær ikki lidnar við enn.