- Vit ætla at taka kappingina upp við Føroya Bjór, og hava ætlanir um at bryggja einar 600.000 litrar av øli um árið, staðfestir Høgni Jensen, sum er formaður í Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinfabrik.
Fyri at kunna bryggja øl á Velbastað skulu bæði høli og útbúnaður til. Hetta er nú klárt, tí Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinefbrik hevur keypt øll partabrøvini í høsnarhúsinum á Velbastað, sum teir upprunaliga áttu ein fjórðing av. Fyri kortum keypti fyritøkan eisini útbúnaðin hjá Brøckhouse, ið hevur hildið til í Hillerød og hevði størsta mikrobryggjarí í danska kongaríkinum. Fyri tíð síðan fór bryggjaríið av knóranum, og nú hevur TMM keypt útbúnaðin, ið er størri enn bryggjaríið TMM upprunaliga ætlaði sær.
- Vit hava keypt eitt komplett bryggjarí, sum er eitt sindur størri enn vit upprunaliga ætlaðu, greiðir Høgni Jensen frá. Hann leggur afturat, at teir ætla at bryggja øll sløg av øli í høsnarhúsinum.
Nógv sløg
- Vit ætla at bryggja øll tey vanligu sløgini av øli. Pilsnar, gull og classic. Vit ætla at taka kappingina upp við Føroya Bjór á heimamarknaðinum, men vit ætla eisini at flyta út, greiðir Høgni Jensen frá. Hann leggur afturat, at teir fara at gera serøl, ið skal goymast í rættiliga langa tíð, og hetta verður upp til 5,8 prosent alkoholvolumen.
Á sama hátt sum Føroya Bjór ynskja teir eisini at bryggja sterkt øl, um hetta verður ein møguleiki, men Høgni Jensen staðfestir, at hetta ikki er nøkur konkret ætlan enn.
- Vit fáa at síggja, hvat politikararnir finna uppá, og so taka vit tað harfrá, sigur hann.
Gott vatn
Fyrstu royndirnar við øli eru longu gjørdar, og Høgni Jensen er sera væl nøgdur við úrslitið.
- Vit hava gjørt nakrar royndir, og vatni er sera gott. Hinvegin skal ølið lagrast nokk so leingi, so vit vita ikki heilt hvussu tað verður, men vit hava sera góðar vónir við vatninum, staðfestir Høgni Jensen. So staðfestast kann, at vatni á Velbastað kann nýtast til annað enn at gera kaffi við.
Hugsa um goymslur
Nýggj lóggáva er ávegis um ølbrygging í Føroyum, og ætlanir eru frammi, um at bryggjaríini skulu selja allar sínar vørur gjøgnum Rúsdrekkasølu landsins. Føroyar Bjór hevur greitt frá, at hesum tekur bryggjaríið ikki undir við, og TMM er av umleið somu áskoðan.
- Vit hava ikki gjørt íløgur í goymslur, so tað rakar ikki okkum so hart, men sleppa vit at selja frá goymslum, so fara vit sjálvandi at gera tað, tí tað gevur meiri pening, staðfestir stjórin.
Onki navn
Hóast fyrsta ølið skal vera klárt á marknaðinum í ár, so hevur nýggja bryggjaríið ikki nakað navn enn.
- Vit eita framvegis TMM, og tað verður ikki enn, at vit fara at byrja at selja øl. Vit megna ikki, at vera klárir á Ólavsøku, men tað verður í ár, at fyrsta ølið kemur, staðfestir Høgni Jensen. Hann leggur afturat, at nakrar umbyggingar mugu gerast á høsnarhúsið, og hetta seinkar ætlanunum eitt sindur.
Góðar vónir
Høgni Jensen greiðir frá, at teir hava góðar vónir fyri ølinum hjá sær. Spurdur um teir ikki eru bangnir fyri somu lagnu sum Restorff bryggjarí, ið hevur ligið stilt í nógv ár, so er hann ikki í iva, um at teir hava betri fyritreytir.
- Uttan at koma inná, hvat var galið hjá Restorff, so kann eg staðfesta, at vit hava nógv betri útbúnað og møguleikar, enn hvat teir høvdu, sigur stjórin í TMM.
Ávirkar ikki Heilbrigdi
Høgni Jensen leggur stóran dent á, at virksemi hjá teimum ikki skal blandast saman við Heilbrigdi, har fólk fara at leggja av at drekka.
- Teir eru niðri í bygdini, og vit eru langt uttanfyri, so eg dugi ikki at síggja, hvussu hesi tingini á nakran hátt kunnu blandast saman. Eg rokni ikki við, at bryggjaríið hjá okkum er nøkur freisting fyri fólkini niðri í bygdini, staðfestir stjórin.