Saturday Night hjá donsku songkvinnuni Whigfield var eitt stórt hitt um alt Evropa í 1994. Sangurin reyk millum annað beinleiðis til topps í Onglandi og skumpaði Love is All Around hjá Wet Wet Wet av trónuni.
Tað eru 24 ár síðani. Whigfield, sum var 24 ára gomul tá, hevur lagt kunstnaranavnið frá sær og 10. februar skal hon kappast við Carlsen-systrarnar í Melodi Grand Prix undir navninum Sannie.
Hon er uttan iva kendasta navnið í donsku sangskrivarakappingini, men er ikki tann einasta við royndum úr popp-heiminum.
Ditte Marie og Albin Fredy hava bæði luttikið í Melodi Grand Prix áður. Ditte Marie luttók bæði í 2011 og 2012, fyrra árið sum partur av bólkinum Le Freak, meðan Albin Fredy var við í 2013.
17 ára gamla Anna Ritsmar hevur eisini verið á sjónvarpsskíggjanum fyrr. Hon luttók í Bootcamp í X-factor í 2016.
Hinir fimm luttakararnir eru kanska meiri óroyndir. Rikke Ganer-Tolsøe, Lasse Meling og Sandra, eru øll blivin kend sum sangarar á Youtube, og eru síðani boðin við at luttaka í Melodi Grand Prix.
KARUI hevur drúgvar royndir sum sangari í Danmark, men hevur ongantíð kappast fyrr, og tað hevur seinasti luttakarin Rasmussen heldur ikki.
So verður spennandi at síggja, um føroysku systrarnar megna at vinna sær pláss í finaluni í Portugal í mai.
Tú kanst lesa meiri um luttakararnar her.