Skulu kappast um DM í róðri

Fýra føroyingar verða leygardagin við í DM kappingini í inniróðri

Fýra føroyskir kapprógvarar eru í dag farnir til Danmarkar. Ørindini eru at luttaka í DM kappingini í inniróðri. Kappingin verður leygardagin í Gladsaxe í útriðini á Keypmannahavn.

Ungu menninir hava fyrireikað seg til hesa kappingina síðani eftir ólavsøku í fjør. Róðrarsamband Føroya sigur seg rokna við, at møguleikarnir at vinna heiðursmerki eru góðir.

Jógvan Sofus Vilhelmsen er bæði venjari og rógvari. Hinir rógvararnir eru Brandur Kjølbro, Hermann R. Samuelsen og Fríðjohn Elttør.

 

mynd: Róðrarsamband Føroya