Vit fáa alla tíðina nýggja vitan um ferðslutrygd og tøknin mennist alla tíðina. Og vit eiga eisini at kanna eftir um hetta er vitan og tøkni, sum kann takast í brúk í Føroyum.
Tað heldur Kári Thorsteinsson, formaður í nevndini í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd. Hann sigur, at eitt dømi um nýggja tøkni, sum hava stóran týdning fyri ferðslutrygdina er alkolás.
Eitt alkolás er eitt tól at blása í, sum verður sett í bilin. Endamálið er, at bilurin fæst ikki at starta, fyrrenn førarin hevur blást í alkolásið, sum so mátar, um bilførarin hevur drukkið. Og gevur tað størri útslag, enn tað er forritað til, startar bilurin rætt og slætt ikki.
Í Føroyum er hámarkið 0,2 promillu, og gevur alkolásið størri útslag enn tað, vil bilurin altso ikki starta. Men eisini ímeðan bilførarin koyrir, skal hann blása í alkolásið av og á, fyri at forða fyri, at bilførarin startar bilin, og so fer at drekka.
Allir upplýsingarnir í alkolásinum verða skrásettir og alkolásið skal latast løgregluni við jøvnum millumbili. Men roynir bilførarin at pilka við alkolásið, kann hann missa koyrikortið.
Í øðrum londum eru tað politikarar, sum tala fyri at gera alkolás til vanliga útgerð í øllum bilum. Men Kári Thorsteinsson heldur, at í Føroyum eiga vit at umhugsa at krevja, at tað verður sett í bilin hjá bilførarum, sum eru dømdir fyri rúsdrekkakoyring.
Kári Thorsteinsson heldur eisini, at sjálvvirkandi ferðeftirlit á vegum, og í tunlum, eigur at verða umhugsað. Hann heldur eisini, at betri løgreglueftirlit við ferðsluni, hevði fingið bilførarar at kent sær hógv í ferðsluni.
- Tað er væl og virðiliga prógvað, at kanst tú vænta at møta løgregluni í ferðsluni, hevur tað ávirkan á, hvussu tú ber teg at í ferðsluni, sigur hann.
Hann staðfestir somuleiðis, at í fíggjarkørmunum fyri næsta ár, sæst heldur einki til, at ætlanin er at leggja størri dent á ferðslutrygt
Tað stutta av tí langa er, at Ráðið Fyri Ferðslutrygd eitur ongan góðan í politisku skipanini, hvørki í løgtinginum ella í landsstýrinum, sigur hann.









