Vit skulu ikki aseta við lóg, at teir politisku flokkarnir skulu hava javnstøðu ímillum kynini á valevnis listunum
Tað vóru politikarar samdir um á fólkafundi í Klaksvík um vikuskiftið.
Demokratia, sum virkar fyri øktum kvinnuleikluti í politikki, setti málið á dagsskránna, men ongin politikari segði seg taka undir við, at tað verður lóggivið á økinum.
Bæði Jákup Mikkelsen, Aksel V. Johannesen, Karsten Hansen, Kári P. Højgaard, Helgi Abrahamsen og Gunvør Balle, hildu, at tað skuldi ikki lóggevast, men tað skuldi vera tey best egnaðu og, sum høvdu hug at fáast við politikk, sum stillaður upp.
Tann einasti, sum ivast var Ruth Vang, sum umboðaði Framsókn, tí hon heldur, at vit eiga at umhugsa tað.
Á fundinum høvdu tey eisini eitt pallborð av leikfólki, og har vóru ymsar meiningar um, hvørjar treytir skulu setast til javnstøðu.
Sostatt hildu bæði Jóhanna á, Auðunn Konráðsson, at vit skulu ikki lóggeva.
Hinvegin skeyt John William Joensen upp, at lokalfeløgini vórðu styrkt fíggjarliga, so kundu tey stuðla upp undir politiska orðaskifti og royndu at menna kvinnuleiklutin í politikki.
- Men tað skuldi fylgja tann treyt við stuðlinum, at flokkarnir skuldu hava javnstøðu á valevnislistunum.
Jóngerð Biskopstø hevur verið ímóti at lóggeva, men hevur skift meining, tí tað gongur púra ongan veg at fáa javnstøðu í føroyskan politikk. Tí skjýtur hon upp, at tað verður lóggivið í eitt áramál, at vit skulu hava javnstøðu í politikki og í nevndum og ráðum.
Men tá ið javnstøða er vorðin nátúrlig kann lógin verða avtikin aftur.
Hon heldur, at tað er eisini góð skúlin og nógv menning í sær sjálvum at sita í nevndum og ráðum, tí nevndarlimir venja seg við at kjakast, føra grundgevingar fram og at lurta eftir.
Myndin er av básinum hjá javnstøðunevndini á fólkafundinum, har tey hava fingið vitjan av forvitnum ungdómi