Skulu ikki tvingast at leggja kommunur saman

Kommunur skulu ikki tvingast at leggja saman!

Tað er niðurstøðan hjá Gunnvá við Keldu, forkvinnu í Kommunusamskipan Føroya, eftir fundin fríggjadagin við Landsstýriskvinnuna í innlendismálum. Landsstýriskvinnan hevði fríggjadagin fund við allar kommunurnar í Kommunusamskipan Føroya um ætlanina at broyta kommunubygnaðin, so at vit fáa størri og sterkari kommunur.

Bæði Gunnvá við Keldu og Annika Olsen søgdu við Rás2 í dag, at tær lata væl at fundinum, sum tær báðar kalla góðan og konstruktivan.

Men báðar ásanna tær eisini, at tann heilt stóri spurningurin er, um kommunurnar skulu leggjast saman við lóg ella ikki.

Og her er stór ósemja. Summir politikarar vilja leggja saman við lóg. Aðrir krevja fólkaatkvøðu í hvørjari kommunu og tær kommunur, sum siga nei, skulu sleppa undan at leggja saman. Ein onnur loysn er at hava fólkaatkvøðu í heilum økjum og so at lata meirilutan ráða. Ein heilt onnur loysn er at tær kommunur, sum siga nei, skulu sleppa frá at leggja saman, men kortini skulu tær tvingast at samstarva við hinar kommunurnar og at rinda til hetta samstarvið eftir fólkatalinum.

Gunnvá við Keldu sigur, at fyri kommunurnar er tað grundleggjandi, at talan verður um eina sjálvbodna samanlegging og at kommunurnar ikki verða tvingaðar.

Men sjálv heldur hon, at vit mugu umskipa kommunubygnaðin, so at vit fáa størri kommunur og hon væntar eisini, at tað ber til at finna semju um málið, tí kommunurnar eru sinnaðar at gera broytingar.

Annika Olsen sigur, at tað er greitt, at skulu kommunur leggja saman, skal tað vera eitt endamál við tí og tað endamálið er, at kommunurnar fáa fleiri málsøki at umsita.

Eisini landsstýriskvinnan væntar, at tað ber til at finna eina semju.