Grundupphæddin í fólkapensjónini skal ikki strikast!
Tað staðfestir Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Samgongan kom í ódnarveður, tá ið hon samtykti at skerja grundupphæddina 580 krónur hjá hvørjum pensjónisti, men ístaðin er útgjaldið úr Samhaldsfasta, og viðbótin í fólkapensjónini, hækkað, umframt at kringvarpsgjaldið hjá pensjónistum, er munandi lækkað.
- Grundupphæddin í fólkapensjónini er ein rættur, ið øll hava og hesin rættur eigur ikki at broytast, sigur landsstýriskvinnan.
Hon sigur, at avbjóðingin er at finna eina skipan, so at grundarupphæddin verður tryggjað í framtíðini.
- Allir flokkar eru samdir um, at tað er neyðugt at tálma útreiðsluvøkstrinum á pensjónsøkinum í framtíðini.
Verður grundupphæddin mótriknað, so at hon ikki er ein rættur hjá øllum, er hon ikki trygg í hennara hugaheimi, tí sostatt kann hon fella heilt burtur, hjá nøkrum pensjonistum.
- Tá kann man ikki siga at vit hava eina grundupphædd, soleiðis sum vit kenna hana í dag.
Eyðgunn Samuelsen staðfestir, at trýstið á fíggjarlógina er stórt, og fer neyvan at minka næstu árini, og tí heldur hon, at vandin fyri mótrokning ein veruleiki.
Tí heldur hon, at tað er neyðugt at finna eina breiða semjay um, hvussu grundarupphæddin skal vera í framtíðini.
Í hesum sambandi vísir hon á, at summir flokkar vilja, at pensjónistar, sum hava góðar, persónligar pensjónir, skulu ikki eisini hava eina almenna fólkapensjón.
Les meiri HER