Bakkafrost skal ikki sleppa at flyta arbeiðspláss úr Suðuroy.
Tað eru politikarar úr øllum teimum fýra stóru flokkunum, samdir um.
Á veljarafundi í Skúladeplinum í Suðuroy í gjárkvøldið, vórðu politikararnir spurdir um, hvørja støðu teir høvdu til, at Bakkafrost helst fer at flyta livandi laks úr Suðuroy til virkingar norðanfjørðs.
Bakkafrost hevur bygt ein stóran brunnbát og tí verður stúrt fyri, at endamálið er, at laksurin skal flytast livandi til virkingar á stóra virkinum í Eysturoy.
Ført var fram, at 22 milliónir verða goldnar í lønum í alivinnuni í Suðuroy, so tað fer at vera eitt stórt bakkast, verður laskurin fluttur livandi av oynni til virkingar.
Tað eru allir teir stóru flokkarnir púra samdir um, at tað skal Bakkafrost ikki sleppa.
- Vit skulu gera teimum púra greitt, at teir skulu ikki sleppa at flyta livandi fisk úr Suðuroy, tí tann laksur, sum verður aldur í Suðuroy, skal virkast í Suðuroy, sigur Hendrik Old, tingmaður og valevni fyri Javnaðarflokkin.
- Tí eiga teir suðuroyingar, sum verða valdir á ting, at vera so frægir, at teir halda saman og forða fyri livandi fiskur verður fluttur av oynni, leggur hann afturat.
Hann sigur, at eisini kommunurnar í Suðuroy eiga at semjast um at gera Bakkafrost púra greitt, at verður livandi laksur fluttur av oynni, missa teir allar kommunalar tænastur í Suðuroy.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og valevni fyri Fólkaflokkin, staðfestur, at sjálvandi skal eitt virki sum Bakkafrost, sum hevur fingið nøkur rættindi frá landinum, vísa samfelagssinni. Og tað merkir, at arbeiðsplássini skulu varðveitast í Suðuroy.
- Tað er okkara skylda at tryggja tað, sigur hann.
Erhard Joensen, valevni fyri Sambandsflokkin, er samdur í, at politisk tiltøk eiga at vera sett í verk fyri at tvinga Bakkafrost at vísa sosialt medvit og samfelagssinni, og at varðveita arbeiðsplássini í Suðuroy.
Kristin Michelsen, tingmaður, og valevni fyri Javnaðarflokkin, er samdur, tí arbeiðsplássini skulu varðveitast her. Og tað sama eru tey bæði valevnini fyri Tjóðveldi, Arni Nielsen og Sirið Stenberg samd í.
- Sirið Stenberg sigur, at hetta er ein vansi við, tá ið ávís felag, verða ov stór í einum samfelag.
Eitt er, at tey rinda 22 milliónir í lønum, men tað hevur nógv avleitt virksemi, so týdningurin er nógv størri enn so, sigur hon.