Almenn partafeløg skulu vera umfatað av lógini um alment innlit. Tað halda tey í Tjóðveldi og tí hava tey nú lagt málið fyri Løgtingið.
Í hesum sambandi vilja tey hava Løgtingið at heita á landsstýrið um at gera eina lóg um, at lógin um alment innlit eisini skal vera galdandi fyri almenn partafeløg.
Tey vísa á, at lógin um alment innlit tryggjar, at borgarir, fjølmiðlar, og onnur, kunnu hava eftirlit við almennu fyrisitingini, bæði embætisfólkum og politikarum.
Lógin er galdandi fyri alt virksemið hjá tí almenna. Men almenn partafeløg verða ikki roknað at vera ein partur av tí almenna, og sostatt er lógin um alment innlit heldur ikki galdandi fyri tey. Og tískil ber heldur ikki til hjá borgarum, fjølmiðlum, ella øðrum, at hava eftirlit við virkseminum hjá teimum almennu partafeløgunum.
Tað er bara eitt undantak, tí í lógini um Visit Faroe Islands, sum eisini er eitt alment partafeag, stendur, at tað skal verða fevnt av lógini um alment innlit.
Sosatt hevur Løgtingið samtykt, at eitt alment partafelag skal vera fevnt av lógini um alment innlit, men onnur almenn partafeløg ikki eru tað.
Tað merkir, at lógin um alment innlit er ikki galdandi fyri Posta, Atlantsflog og Føroya Tele, fyri at nevna trý almenn partafeløg.
– Hetta eru almenn partafeløg, men tað ber ikki til hjá almenninginum at hava eftirlit við hesum feløgum, hóast tað í roynd og veru er skattaborgarin, sum eigur tey, siga tey í Tjóðveldi.
– Nú tinglimir í samgonguni tosa um, at einskilja alment virksemi, umframt at tey eisini rógva framundir, at Strandfaraskip Landsins skal gerast til alment partafelag, er tað av alstórum týdningi, at tað ber til hjá almenninginum, og fjølmiðlum, at hava eftirlit við almennum partafeløgum, siga tey í Tjóðveldi.
Tað hevur verið ført fram, at verða almenn partafeløg fevnd av reglunum um alment innlit, kann tað skaða kappingarstøðuna hjá teimum.
Men hesum kann sleppast undan við at forða fyri, at tey skulu geva upplýsingar um vinnuviðurskifti og vinnuloynidómar, frá sær.
– Í flestu Norðanlondum er støðan tann, at eigur tað almenna meira enn ein ávísan prosentpart av partapeninginum, eru feløgini fevnd av lógini um alment innlit.
Hinvegin eru feløg, ið eru skrásett á partabrævamarknaðnum, ella dótturfeløg hjá teimum, ikki fevnd av lógini um alment innlit.
– Tað er umráðandi, at borgarin hevur møguleika at hava eftirlit við, hvussu almennur skattapeningur, og almenn partafeløg, verða umsitin, og tí eiga øll almenn partafeløg at verða fevnd av lógini um alment innlit, siga tey í Tjóðveldi.