Skulu ikki prentast aftur

Eingin av teimum stóru donsku fjølmiðlunum valdi at endurprenta Muhammed-tekningina hjá Kurt Westergaard í sambandi við, at ein somaliumaður herfyri royndi at beina fyri teknaranum.

Tað hóvar dønum væl, tí í einari meiningakanning siga 84,2 prosent av teimum spurdu seg vera fegin um, at tekningin ikki bleiv endurprentað í sambandi við álopið. Bara 11,7 prosent siga, at Muhammed-tekningarnar skulu endurprentast.

Hóast ta stóru mótstøðuna ímóti, at tekningarnar verða endurprentaðar, siga 57,3 prosent av teimum spurdu, at tað var rætt at prenta tær í 2005 sum staðfesting av skrivi- og talifrælsinum.