Skulu ikki longur stúra fyri at fólk verða sjúk

Sum støðan er nú, kann tað verða ein vanlukka, at fólk verða sjúk

Tá ið smærri fyritøkur rinda starvsfólki sjúkrapengar, skulu tær fáa pengarnar aftur úr landskassanum.

Tað halda tey í Javnaðarflokkinum og tað hava tey nú lagt uppskot fyri Løgtingið um.

Tey vísa á, at í summum førum skulu fyritøkur rinda fyri 1. og 2. sjúkradag hjá starvsfólkum sínum, og síðan koma tey undir dagpeningaskipanina hjá Almannaverkinum.

Men í nógvum førum hava starvsfólk eisini rætt til løn frá fyritøkuni undir sjúku og tá skal fyritøkan rinda teimum løn undir allari sjúkraleguni.

– Hetta er ein góð skipan, sum tryggjar starvsfólki eina trygga inntøku, eisini hóast sjúka rakar, og tað er ein skipan, sum eigur at verða varðveitt, halda tingfólkini hjá Javnaðarflokkinum.

Men samstudis verða hesar smærri fyritøkur, sum skulu rinda starvsfólki løn undir sjúku, hart rakt, verður eitt starvsfólk sjúkrameldað í longri tíð.

Tí halda tey, at tað er neyðugt við skipan, har smærru arbeiðsgevararnar, fáa tað, tey rinda í løn til sjúk starvsfólk, fáa pengarnar aftur úr landskassanum,

Sostatt skal tað hvørki verða neyðugt hjá arbeiðsgevarum, ella starvsfólki, at stúra fyri sjúku. Arbeiðsgevarin skal ikki stúra fyri at noyðast at fara á heysin og starvsfólk skulu ikki stúra fyri at standa við ongari inntøku.