Nú skal tað ikki bera til hjá teimum, sum leiga bústaðir út, at gera sær dælt av, at bústaðarneyðin er so stór. Tað er eitt endamál við einum uppskoti, Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í bústaðarmálum, nú hevur lagt fyri Løgtingið.
Tað er stórt trot á bústøðum, og tað sæst aftur í leiguprísinum, sum mangan eru órímiliga høgir. Eisini metir Leigunevndin, at í ávísum førum rinda leigarar okursprís fyri at fáa okkurt at búgva í. Tað eru eisini dømi um, at tað verður kravt, at tey, sum vilja hava ein bústað, skulu rinda túsundtals krónur undir borðið, umframt leiguna, fyri yvirhøvur at fáa bústaðin.
Men nú skal tað broytast. Sum støðan er nú, hevur Leigunevndin heimild til at leggja upp í, tá ið ein leiga verður hækkað, og í hesum sambandi kann nevndin noktað fyri, at leigan verður hækkað. Men Leigunevndin kann ikki leggja upp í, tá ið leigari og útleigari avtala ta upprunaligu leiguna, tí tá ið ein leiguavtala verður gjørd, kann leigarin góðtaka, ella vraka prísin.
Men Eyðgunn Samuelsen ásannar, at tað er ivingarsamt, hvussu stóra ávirkan leigarin í roynd og veru hevur í hesum tíðum, tá ið bústaðarneyðin er so stór. Tí verður hetta nú broytt, soleiðis at Leigunevndin eisini kann leggja upp í, tá ið leigan verður avtalað av fyrstan tíð. Tað merkir, at heldur Leigunevndin, at leigan heilt greitt er órímiliga høg, kann nevndin krevja, at hon verður lækkað.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað stendur ikki nóg greitt, nær talan er um eina greitt órímiliga húsaleigu. Felagið heldur, at tað kunnu vera góðar orsøkir til, at ein ávís húsaleiga er dýrari enn ein onnur húsaleiga, eitt nú veldst um, hvussu væl bústaðurin liggur, hvussu nógv hann kostaði at byggja, og annað.
Hesar viðmerkingar hevur Eyðgunn Samuelsen tikið til eftirtektar, og tí verður tað gjørt greitt, hvat Leigunevndin skal leggja dent á í sínum metingum. Hon sigur, at tað er bara, tá ið leigan lutfalsliga greitt er oman fyri kostnaðarstøðið á leigumarknaðinum annars, at Leigunevndin kann krevja at ein leiga verður lækkað. Og í hesum sambandi skal eisini hugsast um, hvar bústaðurin er, hvat hann kostar at byggja, dygdin í bústaðinum, og hvørjar hentleikar hann hevur.
Gordon Rajani, sum hevur MARK, ið hevur bygt íbúðir, mælir staðiliga frá at geva leigunevndini heimild at lækka eina leigu, sum leigari og útleigari avtalað sínámillum. Hann heldur, at tað er at gera seg inn á fríu marknaðarkreftirnar og fría avtalurættin. Men Eyðgunn Samuelsen sigur, at hesar atfinningar tekur hon ikki til eftirtektar, eftirsum bústaðarneyðin er so stór, sum hon er.