Alt ov nógv fólk hava knív uppi á sær, tá tey fara í býin í Danmark, og nú vilja summir flokkar banna fólki at hava knív uppi á sær um náttina Í seinastuni eru fleiri fólk stungin við knívi í Danmark, og nú um vikuskiftið kostaði tað einum 19 ára gomlum manni lívið tætt við Strøget í Keypmannahyavn.
Tað hevur fingið Danska Fólkaflokkin og Sosialidemokratarnar at skjóta upp at banna fólki at hava knív uppi á sær um náttina.
-Vit mugu gera greitt, at tað kann als ikki góðtakast, at fólk hava knív við sær, tá tey fara í býin á náttartíð, og at sakleys fólk skulu kenna seg hótt, sigur Marlene Harpsøe, sum umboðar Danska Fólkaflokkin í rættarnevndini hjá Fólkatinginum.
Men Lene Espersen, løgmálaráðharri, tekur ikki undir við einum forboði. Hon vil heldur hava fleiri løgreglumenn út á gøtuna.
Eftir galdandi reglum er tað loyvt at hava felliknív uppi á sær, men blaðið má ikki vera longri enn sjey centimetrar, og tað skal ikki bera til at læsa blaðið, tá knívurin er opin.