Skulu ikki gjalda avgreiðslugjald

Atlantic Airways rættar mistakið á heimasíðu síni, sum gav ta fatan, at kundar máttu rinda avgreiðslugjald, fyri at nýta angrirættin.

Brúkaraumboðið gjørdi Atlantsflog vart við, at á heimasíðu felagsins var bæði upplýst, at kundin hevði rætt til fult endurgjald fyri ferðaseðilin, um hann angraði keypið innan 24 tímar, og at hann mátti gjalda 150 krónur í avgreiðslugjaldi, fyri at gera brúk av angrirættinum.

Brúkaraumboðið vísti tí til marknaðarføringslógina, sum sigur tað ikki vera loyvt at nýta skeivar upplýsingar ella leggja burtur týðandi upplýsingar í lýsingartilfari.

- Atlantic Airways hevur boðað Brúkaraumboðnum frá, at felagið rættar upplýsingarnar á heimasíðuni, so eingin ivi er um, at kundar sum angra eitt ferðaseðlakeyp innan 24 tímar, fáa allan kostnaðin afturrindaðan, upplýsir Brúkaraumboðið.