? Tað er ongin møguleiki at forða fyri, at kjøt av seyði, sum er smittaður við ridluskriða, verður selt í handlunum.
Birna Mørkøre á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni sigur, at haðani ber ikki til at gera nógv fyri at forða fyri, at kjøt av seyði, sum er smittaður við ridluskriða, verður selt.
Hon sigur, at fyri tað fyrsta verður tað allarmesta kjøtið selt privat.
Men harafturat er tað sera trupult at ávísa smittuna hjá seyði.
? Seyður gongur smittaður í fleiri ár, áðrenn hann fær nøkur sum helst sjúkueyðkenni.
Og í alla hesa tíðina er tað bara stutt áðrenn at hann verður ordiliga sjúkur, at tað ber til at ávísa smittuna.
Higartil hevur einasti máti at ávísa sjúkuna, verið at drepa seyðin og at kanna heilan.
Men hon leggur afturat, at tað verður arbeitt við ymsum hættum, so at tað ber til at ávísa sjúkuna fyrr, men hon veit ikki, hvussu langt tað er komið. Men skulu vit tryggja, at onki kjøt frá smittaðum seyði verður selt, skulu vit kanna hvønn einasta seyð- og sjálvt tá ber bara til at ávísa smittuna beint áðrenn sjúkan brýtur út, so eyðsæð er tað ómøguligt.
Tó leggur hon afturat, at eftir matvørulógini er tað bannað at selja seyð til matna, sum er sjúkur yvirhøvur.
Annars vísur Birna Mørkøre á, at higartil hava vit ikki vitað, at ridluskriði hjá seyði smittar fólk.
? Ridluskriðið er ein gomul sjúka. Men ongastaðni, har ridluskriði er, hava vit staðfest fleiri tilburðir av Jacob Creutzfeldt, enn í økjum, har ridluskriði ikki er.
Tí er tað ongin orsøk at halda uppat at eta seyðakjøt, tí tað átti at verið vandaleyst, hóast seyðurin skuldi víst seg at verið smittaður.
Kortini heldur Heilsufrøðiliga Starvsstovan, at vit skulu vera fyrivarin og tí hevur hon mælt fólki frá at eta heilan á seyði, helst á gomlum seyði, sum kanska hevur gingið við smittuni leingi. Og annars mælir starvsstovan altíð frá at eta kjøt av sjúkum seyði, antin talan so er um eina sjúku, ella eina aðra. Og tað álit hevur Birna Mørkøre á føroysku bøndrunum, at teir selja ikki kjøt av seyði, sum hava ábendingar um eina ella aðra sjúku.
Ridluskriði um alt landið
Ridluskriði er ein seyðasjúka, sum nú er um alt landið.
Landsdjóralæknin sigur, at heilir 84 hagapartar í Føroyum eru avbyrgdir tí at seyðurin har hevur verið í sambandi við seyð úr hagum, har ridluskriði er staðfestur.
Higartil er ridluskriði staðfestur í fýra hagapørtum, sigur Bjørn Harlou. Fyri at forða fyri, at smittan breiðir seg, hevur tað mangan verið bannað at flyta seyð ímillum oyggjarnar.
Tað er heldur ikki loyvt at flyta seyð ímillum til dráps, uttan úr Lítlu Dímun til Hvalbiar.
Annars er tað bert loyvi at flyta aliseyð ímillum oyggjarnar, eftir undantaksloyvi frá landsdjóralæknanum.
Tað er heldur ikki loyvt at flyta seyð úr einum hagaparti, sum er avbyrgdur, í ein annan hagapart.
Higartil eru hesar bygdir og hesir hagapartar avbyrgdir:
Norðoyri: Miðhagi og Líðarhagi.
Leirvík.
Fuglafjørður.
Norðragøta: Yviri í Dal.
Rituvík.
Toftir: Heimasti partur og Miðjan Yviri í Haga.
Elduvík: Frammi í Haga, Pálstovupartur.
Funningur: Innari Partur, Inni í Haga.
Eiði.
Saksun: Kvíggjarhamarshagi.
Streymnes: Heimara helvt í Sundinum.
Hvalvík: Toftadalshagi.
Kollafjørður: Todneshagi, Miðgerðishagi, á Hjøllum, Hamrahagi á Hjøllum ið undirliggjandi traðum, Sjóvarhagi, niðari partur við undirliggjandi traðum frá markinum við Todneshaga, inn til og við Millum Bóla.
Norðradalur: Presthagi.
Sørvágur, tó ikki hagaparturin Teigarnir.
Miðvágur: Tó ikki hagapartarnir norðan fyri Heimara Leiti.
Skálavík
Húsavík
Dalur
Hvalba og Sandvík
Hov
Harafturat er Suðurstreymoy avbyrgt, sigur Landsdjóralæknin.











