Skulu hittast í august at tosa um røktarheim í Suðuroynni

Tað eydnaðist at kalla borgarstjórarnar saman fyri summarfrítíðina

Røktarheim

Tað verður ikki fyrrenn síðst í august, at borgarstjórarnir í Suðuroy verða kallaðir saman at viðgerða spurningin m at byggja røktarheim í Vági.
Annars vóru borgarstjórarnir kallaðir saman at viðgerða málið, men tá høvdu ikki allar kommunurnar viðgjørt málið, sigur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, sum hevur fingið litið upp í hendur at kalla borgarstjórarnar saman.
Í aðrari grein her á síðuni, váttar borgarstjórin á Tvøroyri, at tað er Tvøroyrar Býráð, sum enn ikki hevur viðgjørt málið.
Fundur var ímillum bý- og bygdaráðslimir fyrr í summar úrslitið av tí fundinum var, at borgarstjórarnir skulu hittast aftur at viðgera málið nágreiniligari.
Og taðvar borgarstjórin í Vági, sum fekk litið upp í hendurnar at kalla saman til hendan fundin.
Kirstin Strøm Bech sigur, at hon fer heilt skjótt at kalla saman til fundar seinast í august, so at tey ymsu bý- og bygdaráðini fáa góðar stundir at viðgera málið fyri fundin.
Tað er ongin loyna, at Tvøroyrar Býráð hevur ikki tikið so glaðbeint undir við ætlanini.
Men verður úrslitið tað, at Tvøroyrar Kommuna ikki vil vera við í ætlanini at byggja røktarheim í Vági, hvat hendir so við ætlanini, spurdu vit borgarstjóran í Vági.
 So er ein nýggj støða og er ein møguleiki at kanna eftir, um tað ber til at byggja heimið, uttan at Tvøroyrar kommuna er við, sigur hon. Men tað er støða ikki tikin til enn og vit vita heldur ikki um tað ber til.
 Í øllum førum má Tvøroyrar Kommuna taka eina støðu, leggur hon afturat
Ætlaða røktrheimið í Vági var ein liður í ætlanini hjá landsstýrinum at flyta miðnámsskulan í ein skúladepil í Hovi. Afturfyri er landsstýrið sinnað at veita suðuroyingum lagaliga fígging til eitt røktarheim í Vági.