Skulu hereftir velja í ítróttarhøllini

Vestmanna: Fólkatingsvalið í farnu viku var seinasta valið, har vestmenningar skuldu á val á kommunuskrivstovuni í bygdini.

Á seinasta bygdaráðsfundi varð tosað um at flyta valstaðin hjá vestmenningum í ítróttarhøllina í bygdini.

Tilmælið frá trivnaðarnevndini um hetta varð einmælt samtykt.

Nú verður meiri høgligt hjá eldri fólki og rørslutarnaðum at sleppa á val.