Skulu vit brúka pengar upp á at integrera útlendingar í Føroyum, ella skulu vit brúka pengrnar upp á at varðveita føroyingar í Føroyum.
Tað var ein spurningur, Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin, reisti nú Løgtingið hevur aðalorðaskifti um ein føroyskan integratiónspolitikk.
Hann førdi fram, at tey tiltøk, sum skulu setast í verk fyri at integrera útlendingar, sum koma hendanvegin, í føroyska samfelagið, eru mett at kosta góðar sjey milliónir.
Hinvegin vísir Brandur Sandoy á, at fráflyting er úr Føroyum og hann spurdi um pengarnir ikki heldur skulu brúkast til at fáa føroyingar, sum eru her, at verða verandi.
Annars taka tingfólk í stóran mun undir við, at vit fáa ein integratiónspolitikk, eisini Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, partakvinna hjá Brandi Sandoy.
Men hon heldur eisini, at útlendingar, sum koma higar, skulu hava undirvísing í føroyskari mentan og tað taka onnur tingfólk eisini undir við.
Annars taka tingfólk væl undir við teimum tiltøkum, sum verða umrødd í integratiónsálitinum, sum aðalorðaskiftið í dag byggir á.
Serliga leggja tingfólk dent á undirvísing í føroyskum til útlendingar.
Og nógvir halda at tey tiltøk, sum skulu setast í verk at birta upp undir integratiónina, verða framskundað so nógv, sum gjørligt.
Men fleiri av teimum leggja dent á, at játtanin, sum skal brúkas til endamálið, skal ikki skarvast av játtanini, sum frammanundan er sett av til fólkaskúla og onnur endamál, men skulu leggjast afturat.