Hereftir skulu allir føroyingar hava vápnaloyvi fyri at keypa sær eina høglbyrsu.
Tað ætlar Sjálvstýrisflokkurin.
Flokkurin hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at herða vápnalógina, ella nútímansgera hana, sum flokkurin nevnir tað.
Men áðrenn vápnaloyvi verður játtað, skal umsøkjarin taka dugnaskapsroynd í vápnabrúki, har hann fær undirvísing í vanligum vápnabrúki.
Áðrenn loyvi verður játtað, skulu myndugleikarnir eisini kanna viðurskiftini hjá umsøkjarunum og vísa tær kanningar, at vandi er fyri, at umsøkjarin fer at brúka byrsuna á óhóskandi hátt, skal tað bera til at nokta at játta loyvið.
Hesi fyrstu 10 árini skal vápnaloyvi vera eitt tilboð, men frá á ólavsøku 2020, skal tað vera eitt krav, heldur Sjálvstýrisflokkurin.
Flokkurin ætlar eisini, at á almennum støðum skal tað hereftir verða ólógligt at hava knív ella annað hvat vápn uppi á sær.
Men er talan um fletting, fiskiveiði, grindadráp ella annað rímiligt endamál, skal tað vera loyvt at hava knív við sær, sum annars er forboðin og bannið er heldur ikki vent ímóti vanligum felliknívum.
Samstundis skal tað verða forboðið at hava nakað at gera við hvøss vápn, knívar,
svørð, korur verjuvápn, gassvápn, slagvápn, kastivápn ella líknandi vápn ella útgerð.
Harafturat skulu tey, sum selja skotvápn, hava loyvi til tað frá landsstýrinum.










