Skulu hava skaðastovu í Føroyum til sálarsjúk

Fært tú brádliga ilt í búkin, kanst tú fara á skaðastovu, men fært tú brádliga ilt í sálina, er ongastaðni at fara

- Vit skulu hava eina sálarfrøðiga skaðastovu í Føroyum.

 

Tað heldur Jenis av Rana, tingmaður, og formaður fyri Miðflokkin.

 

Og hann sigur, at hetta skal vera eitt mál, sum Miðflokkurin fer at føra fram í sambandi við næsta løgtingsval – og ikki minst, tá ið løgtingsvalið hevur verið og løgtingið er farið til verka.

 

Hann sigur, at ein sálarfrøðilig skaðastova, er eitt stað, har fólk í brádliga íkomnari, sálarligari neyð, kunnu ringja og fáa hjálp frá sálarfrøðingi.

 

- Tað skal vera líka lætt at fáa bráðneyðuga hjálp fyri eitt sár á sálina sum tað er at fáa hjálp fyri eitt sár á kroppinum, heldur formaðurin í Miðflokkinum.

 

Hann vísir á, at tann, sum brýtur beinið, kann alt fyri eitt fara á eina skaðastovu, og fáa gips um beinið. Men fært tú eitt sár á sálina, skal tú afturat tí, eisini undir eitt tógvið – og mangan drúgt- stríð fyri at sleppa til sálarfrøðing.

 

 

Les eisini: 167 føroyingar innlagdur fyri at royna sjálvmorð

 

 

Hann sigur, at í Danmark hava tey eina skipan, at kemur brádlig angist av onkrum slagi á fólk, sum eru sálarliga sjúk, hava tey eitt telefonnummar, tey altíð kunnu ringja til.

 

- Tá kann tann, sum tekur telefonina, senda ein hýruvogn eftir sjúklinginum og fáa hann í viðtali.

 

- Men tað merkisverda er, at bara tað, at tey hava hendan møguleikan, fær tey at føla seg so mikið trygg, at tað er ógvuliga sjáldan, at telefonin ringir, staðfestir Jenis av Rana.