Skulu hava sigurin

Bæði B36 og NSÍ staðfesta, at tað er bara sigurin, sum telur sunnudagin

Eftir triðja javnleikin á rað mátti B36 mánakvøldið síggja grannarnar úr HB leggja seg á odda í fótbótlslandskappingini. Og tó at tað bert er málmunurin, sum skilir grannarnar báðar, so er einki dulsmál, at árstalsfelagið heldur enn gjarna vil leita sær upp á tindin aftur.
Hetta krevur tó helst ein sigur, tá NSÍ kemur á vitjan, og í so máta hevur B36 eisini nakað til góðar. Einasta tapið, sum liðnum higartil hevur verið fyri, var, tá teir í fyrsta dystinum á árinum máttu lúta 1-0 fyri NSÍ.
Spurdur, hvat tað var, sum gekk galið í tí dystinum, heldur Kenneth Jacobsen, at tað sjálvandi vóru vantandi málini.
- Vit gerast tá kanska eitt lítið sindur ótolnir, og vit fara tí eitt vet ov langt fram á vøllin. Tað gevur so teimum tveir stórar møguleikar, og teir tóku so eisini av øðrum teirra.
Sjálvur heldur Kenneth, at liðið í dag er meira samanspælt, enn tað var fyrsta dystin, og tí heldur hann eisini, at spælararnir eru betri førir fyri at taka uppgávuna á seg.
Hvat fólki viðvíkur, tykjast allir mans at vera tøkir. Pól Thorsteinsson hevur verið darvaður av skaða seinastu tíðina, men hann verður helst tøkur. Einstakir spælarir eru á markinum at fáa leikbann, men enn hevur eingi so rakt fimta gula kortið, og tí eru heldur ikki hóttanir frá teirri síðuni.

Og eisini í Runavík siga teir, at tað nú fyrst og fremst er ein sigur, sum telur nakað.
- Tað hevur sjálvandi verið bæði upp og niður hjá okkum, tá vit hava vitjað í Havn, men móti B36 fingu vit so trý stig seinast. Og tað skulu vit helst eisini hava hesaferð. Tapa vit, so eru vit seks stig aftanfyri, og tað má so ikki henda, staðfestir Christian Høgni Jacobsen, sum skeyt einsamalla málið ta ferðina.
Hann sigur annars, at eisini í NSÍ eru teir so væl fyri, sum tað nú einaferð ber til, hvat fólki viðvíkur. Enn er Kári Hansen tó ikki tøkur, og Ikechukwu Onyema er upptikin av nigeriansa U-21 landsliðnum, so talan verður helst um somu menn, sum mánakvøldið taptu fyri HB.