- Skulu hava mál á útivølli

Tað segði Víkinga leikarin, Hans Jørgen Djurhuus eftir dystin í gjárkvøldið.

Víkinga leikarin, Hans Jørgen Djurhuus var millum mest eyðsýndu mennirnar á vøllinum undir dystinum móti Tromsø IL. Aftaná dystin var tað ein troyttur, men allíkavæl nøgdur Hans Jørgen Djurhuus, ið vit fingu orðið á.

 

-         -       Vit eru nøgdir við dystin. Innsatsurin hjá leikarunum var framúr góður og tað er ein treyt, um man skal fáa úrslit í Evropa. Eg haldi eisini at vit skaptu nógvar kjansir, serliga í fyrra hálvleiki, tá vit í eini fýra støðum kundu havt lagt okkum á odda. Vit halda teimum eisini væl frá møguleikum í fyrra hálvleiki.

 

-          -      Teir høvdu bóltin meira enn vit, men tað var eisini okkara ætlan. Vit vildu at teir skuldu byggja spælið upp, meðan vit skuldu dúva uppá skjótálop. Hetta eydnaðist eisini væl.

-           

Hans Jørgen Djurhuus leggur afturat, at teir fara til Noregs at leika útidyst við góðum treysti.

 

-        -        Vit hava eitt gott útgangsstøðið til seinna dystin. Tað var umráðandi hjá okkum at vit ikki taptu og uppaftur meira umráðandi er tað, at vit halda teimum frá at skora. Vit fara eftir at fáa eitt mál á útivølli, tí so skulu Tromsø hava tvey.