##med2##
Tað segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður í kjaksendingini Stjórnin á FM1 í dag.
Í sendingini hjá Árna Gregersen vóru gestirnir Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jaocbsen og Heðin Zachariasen.
Teir tosaðu um, at aktuella málið um øll tey russisku skipini, sum í stórum tali hava ligið á Havnini seinastu dagarnar. Teirra millum eru tvey skip, sum eru skuldsett fyri njósning og sabotasju í Noreg.
Annað skipið er Lira, sum skal hava njósnaraútgerð umborð, hitt er Merklat 5, sum hevur siglt yvir 130 ferðir yvir sjókaðalaninum millum Noreg og Svalbard og sum hevur kvett kaðalin. Tað skipið liggur upp á landi í Havn á skipasmiðjuni hjá Mest, har tað hevur verið uppfrískað, vaskað og málað.
Jóannes Eidesgaard segði í sendingini, at hann skilir væl, at fólk eru ørkymlað.
##med3##
Og hann helt, at danir hava sovið i tímanum, tá teir ikki handla, og vísti á, at norðmenn søguliga sæð handla nógv skjótari og greiðari, tá talan er um njósning.
– Her má gerast nakað her og nú. Vit mugu syrgja fyri, at vit fáa tey amboðini, sum vit skulu hava fyri at verja okkum ímóti slíkari njósning, segði hann.
– Men í staðin hoyra vit løgmann siga, at vit skulu hava frágreiðingina lidna og fáa hana niðan í uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum, og at vit skulu tosa við einari rødd, segði Jóannes Eidesgaard.
– Fólk eru líka glað við, um tosað verður við einari ella túsund røddum. Tey vilja hava svar uppá, um russarar njósnast í Føroyum. Er tað satt, so mugu vit handla hareftir, segði Jóannes Eidesgaard millum annað í sendingin.
Lurtið eftir sendingini við at trýsta á pílin omanfyri.
##med4##