Útlendingamálið
Greitt er nú, at málið viðvíkjandi útlendingum í føroyskum ítrótti verður eitt mál, sum skal hava eina politiska viðgerð, áðrenn nakað meira hendir í hesum.
Torbjørn Jacobsen, fólkatingslimur, hevur boðað frá, at hetta verður ein partur av tí, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður, og Bertel Haarder, integratiónsministari, skulu hava greiðu á, tá teir hittast um eina viku.
Umframt ítróttarfólkini, so eru sjálvandi nógv onnur viðurskifti, sum viðvíkja málinum um útlendska arbeiðsmegi, men Høgni Hoydal sigur tó, at hann vónar at fáa eina greiðu á hesum partinum av málinum.
- Orsøkin til, at eg vendi mær til danska útlendingastýrið var, at hetta málið við útlendingunum í hondbóltinum nú tók seg upp, og ikki minst, hvussu tað tók seg upp.
- Her í Føroyum hava vit jú ikki havt serstakar reglur á økinum, og vit vóru heldur ikki kunnaðir um, hvussu júst hesin parturin av málinum varð umsitin í Danmark. Arbeitt hevur jú verið við eini yvirtøku av málinum, og fyri mín part kann eg bara siga, at hon heldur skuldi verið í gjár enn í dag, men tað tekur so sína tíð, sigur Høgni Hoydal.
- Viðvíkjandi ítróttarfólkunum, so er tað tó neyðugt, at vit nú finna eina loysn, sum eisini kann verða galdandi fram til eina yvirtøku av málinum. Fyrst og fremst er neyðugt, at tað er myndugleiki, sum ábyrgdina á økinum. Sum er, so hevur tað verið alt ov fløkt hjá teimum, sum hava roynt at fingið fólk til landið, og ein avleiðing av hesum hevur verið, at málsviðgerðin verður alt ov drúgv. Tað er ikki nakað, sum ítróttarfeløgini kunnu liva við. Tey hava ofta tørv á eini skjótari avgreiðslu av málunum.
Júst avgreiðslutíðin er eisini nakað, sum landsstýrismaðurin leggur stóran dent á hesum viðvíkjandi, og við einum myndugleika á økinum vónar hann, at hendan kann styttast munandi.
- Hinvegin er tað ikki víst, at tað verður so nógv lættari at fáa fólk til landið, tí tað verða framvegis ymisk krøv galdandi. Men tá hava vit eina greiðari skipan, sum ger tað einfaldari at arbeiða við málinum, har tað vónandi verður talan um munandi styttri avgreiðslutíið, sigur altso Høgni Hoydal at enda.