Skulu hava fólkaatkvøðu um samkynt hjúnalag

Uppskotið um samkynt hjúnalag kann saktans fella í Løgtinginum

Spurningurin um at loyva samkyndum at giftast í Føroyum, eigur at verða beint til fólkaatkvøðu.

 

Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, formaður Sambandsfloksins.

 

Fýra tingkvinnur, Sonja Jógvansdóttir og Kristianna Winther Poulsen úr Javnaðarflokkinum, Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi og Hanna Jensen úr Framsókn, leggja nú uppskot fyri løgtingið um at loyva samkyndum at giftast borgarliga.

 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hann fer ikki at atkvøða fyri uppskotinum. Tvørtur ímóti fer hann at mæla løgtinginum til, at málið verður beint til fólkaatkvøðu at taka støðu til.

 

Og so skal politiski myndugleikin sjálvandi binda seg til at fylgja úrslitinum av fólkaatkvøðuni, leggur hann afturat.

 

Formaðurin í Sambandsflokkinum heldur, at spurningurin um samkynt hjúnalag er so stórur og grundleggjandi, at tað eigur at vera Føroya fólk, sum ger av, um tað skal vera loyvt, ella ikki.

 

Tí heldur hann, at tað er púra skeiv mannagongd, at einstøk tingfólk leggja eitt álvarsmál, sum hetta, fyri Løgtingið og sostatt gera tað til eina politiska kastibløku, sum hann tekur til.

 

- Tað er júst hesin framferðarhátturin, sum kann elva til, at málið fellur, tí tað einasta rætta hevði verið at beint tað til fólkaatkvøðu, heldur Kaj Leo Holm Johannesen.