Myndugleikarnir í Mongolia hava gjørt av, at í framtíðini skulu landsins borgarar hava eitt eftirnavn aftur at fornavninum.
Higartil hava mongolar bara brúkt fornavn, men tann nýggja tíðin krevur, at fólk skulu eisini hava eitt eftitrnavn. Fyribils hava myndugleikarnir loyvt fólki at velja sítt egna eftirnavn, og hugflognum bagir einki. Tak bara verjumálaráðharran Gurragcha. Hann er tann einasti í Mongolia, sum hevur verið úti í rúmdini, og tí hevur hann sjálvandi valt sær eftirnavnið Kosmos. Men summi hava longu fingið trupulleikar, tí tey hava ilt við at minnast, hvat eftirnavn tey hava valt, skrivar Los Angeles Times.
Myndugleikarnir hava gjørt av, at børnini skulu hava sama eftirnavn sum pápin, men tann skipanin fær so onga ávirkan fyrr enn í næsta ættarliði, tí teir, sum í dag eru pápar, hava einki eftirnavn.