Skulu hava betri umstøður ta síðstu tíðina

Í ár er meiri peningur játtaður, men nú verður bíðað eftir einum tilmæli um, hvussu farast skal fram

Fólk, sum liggja til tað síðsta, skulu hava betri umstøður. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur, at tað er eitt av endamálunum, nú arbeitt verður við eini nýggjari krabbameinsætlan.

 

Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, vísir á at fyri hálvum øðrum ári síðani, ella í november 2019 varð eitt álit um palliativa viðgerð latin landsstýrismanninum í heilsumálum. Eftir álitinum skuldi palliativa viðgerin styrkjast í árunum frá 2020 til 2022. Mett varð at kostnaðurin at seta í verk tiltøkini verður 29,5 milliónir tilsamans.

 

Og nú hevur hon spurt landsstýrismannin hvussu tað gongur. Hann sigur, at í hesum sambandi verða eisini tilmæli um, hvussu viðgerðin til tey sum eru ólekiliga sjúk, skal mennast. Her er talan um tað linnandi viðgerðina frólk fáa tá ið tey liggja til tað síðsta, ella tað, sum á fakmáli verður kallað palliativ viðger.

 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at á heysti í fjør varð sjøtul settur á at gera eina nýggja krabbameinsætlan og ein partur av tí er at gera tilmæli um at menna ta palliativu viðgerðina. Í hesum sambandi skulu tilmælini verða grundað á tilmælið frá 2019.

 

Eftir ætlan verður nýggja krabbameinsætlanin liðug í september og tá verða tey tikin til viðgerar. Men landsstýrismaðurin sigur, at í ár er játtanin til palliativa viðgera hækkað 600.000 krónur við tí endamáli at seta sjúkrarøktarfrøðing afturat til økið.

 

Hinvegin ásannar Kaj Leo Holm Johannesen eisini, at tað er ringt  at siga um tað eydnast at koma á mál í 2022, sum ætlað, men undir øllum umstøðum er endamálið at menna økið í hesum valskeiðnum.