Eitt lið av altjóða serfrøðingum er komið til Vestara Áarbakka at grava líkið av fyrrverandi palestinska leiðaranum Yasser Arafat uppaftur. Sjálvt arbeiðið byrjar tann 23. november.
Yasser Arafat doyði á einum fronskum hernaðarsjúkrahúsi fyri átta árum síðani, og líka síðani hava viðhaldsfólk hansara hildið uppá, at hann doyði av eitran, og at tað vóru ísraelsmenn, sum beindu fyri honum.
Kanningar á einari rannsóknarstovu í Sveis hava styrkt illgrunan um, at Arafat bleiv eitraður við tí geislavirkna evninum polonium. Tí hava teir palestinsku myndugleikarnir og einkjan eftir Arafat givið tilsøgn um, at leivdirnar av tí gamla leiðaranum skulu takast uppaftur til kanningar.










