Frakland mælir nú umheiminum til at gevast við at keypa olju úr Iran og at leggja hald á tað, sum iranski tjóðbankin eigur í øðrum londum. Málið er at noyða Iran at sleppa sínum kjarnorkuætlanum.
Franski forsetin, Nicolas Sarkozy, sigur, at altjóða samfelagið kann ikki sita hendur í favn og hyggja at, meðan Iran heldur fram við sínari kjarnorkuútbygging og sýtir fyri at samráðast við umheimin um kjarnorkuætlaninar.
-Tí skjóta vit upp, at ES-londini, USA, Japan, Kanada og onnur lond taka avgerð um at leggja hald á øll virði hjá iranska tjóðbankanum, og at somu lond gevast við at keypa olju frá Iran, sigur Sarkozy í einari fráboðan.
Franska tíðindastovan skrivar, at Kanada og USA eru í ferð við at fyrireika tiltøk ímóti Iran.