Skulu gera okkum klár til verri tíðir

Vit skulu fyrireika okkum til eitt búskaparligt heyst.

 

Tað var stutti boðskapurin frá landstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss, tá hon legði fíggjarkarmarnar fram í dag.

 

Landsstýrið væntar eitt avlop á góðar 330 milliónir krónur, ið partvíst skulu nýtast at rinda skuld við og partvíst brúkast til at seta í ein búskapargrunn.

 

Tað er eingin loyna, at tað gongur væl í búskapinum í dag, men tað er partvíst tengt at viðurskiftum, sum vit ikki stýra einsamøll. Millum annað høgur laksaprísur, lágur oljuprísur og rentustøðið er lágt. Hetta fer ikki at halda áfram í fleiri ár og tískil er neyðugt at bjálva seg til komandi tíðir, segði Kristina Háfoss.

 

Millum stóru avbjóðingarnar eru vaksandi útreiðslurnar til almennar tænastur og lutfalsliga færri á arbeiðsmarknaðinum í mun til hvønn pensjónist. Hetta krevur nýskipanir í pensjónum og almennum tænastum, sum eru ávegis, men ikki lidnar.

 

Fíggjarkarmarnir nevna eisini fleiri ferðir, at útreiðslur skulu tálmast og at nýskipanir eru ávegis, millum annað innan pensjón og fiskivinnu, men tað verður ikki sagt nógv meir ítøkiligt um hvat tað merkir.