Skulu fyribyrgja samanbrestum við Sea Shepherd

Broytingarnar í grindalógini, sum løgtingið skal viðgera í næsta mánað, umframt kunngerðir í hesum sambandi, skulu geva so góð amboð sum gjørligt, so onnur ikki skulu kunna koma til Føroya at leggja seg út í grindadráp.

 

Sum er, kostar tað 25.000 krónur í bót, um onkur verður tikin fyri ikki at hava boðað frá ein grind, men henda revsingin verður tikin burtur í uppskotinum, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður í grindamálum, hevur lagt fyri løgtingið.

- Men hóast revsing verður strikað, so hon ikki skal ganga út yvir ferðafólk og onnur, ið vit ikki vilja draga upp í hetta her, verður fráboðanarskyldan varðveitt sum ein moralsk skylda, sigur landsstýrismaðurin.

 

- Fráboðanarskyldan fer bara at hava týdning í samband við grindarakstur og grindadráp, sigur hann millum annað í samrøðu við Rás 2.

 

Landsstýrismaðurin vísir á, at á øðrum økjum verður grindalógin herd, eins og at fleiri átøk verða sett í verk, fyri at nokta felagsskapum og einstaklingum, ið vilja gera seg inn á føroyskar siðir at koma til landið. Hesi átøkini skulu ikki leggjast fyri tingið, men verða sett í gildi við kunngerð, væntandi í apríl. Grindalógin verður væntandi eisini samtykt, áðrenn løgtingið fer í summarfrí flaggdagin.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Rás 2 gjørdi við Høgna Hoydal í dag.