Skulu flota Costa Concordia

Amerikanska bjargingarfelagið Titan Salvage, sum A.P. Møller-fyritøkan Svitzer eigur í, og italska felagið Micoperi hava fingið uppgávuna at fáa ferðamannaskipið Costa Concordia aftur á flot. Tað sigur reiðaríið Costa Cruise Line.

Costa Concordia fór á land við italsku oynna Giglio tann 13. januar við 4.229 fólkum umborð. Vanlukkan kravdi minst 30 mannalív.

Titan Salvage og Micoperi vunnu útbjóðingina í kapping við niðurlendska bjargingarfelagið Smit Salvage og italska felagið Tito Neri. Reiðaríið hevur ikki sagt, hvat tað kostar at flota skipið og at toga tað í havn.

Bjargingararbeiðið byrjar í næsta mánað, og Costa Cruise Line væntar, at arbeiðið fer at taka eitt ár ella so.