RISAR
Athena og Poseidon hava fingið loyvi at fiska 3.250 tons av makreli í føroyskum sjógvi. Samstundis er avtala gjørd millum Thor í Hósvík, sum eigur skipini, og føroysk feløg, sum eiga ísfiskatrolarar, um at skipini skulu virka sum móðurskip, nú ísfiskatrolarar eru farnir á makrelveiði í føroyskum sjógvi.
Sum skilst, fara í fyrsta lagi fýra ísfiskatrolarar at fiska makrel í samstarvi við skipini hjá felagnum í Hósvík. Hesir eru Lerkur og Phoenix og Safir og Smaragd.
Ísfiskatrolarar hava fingið tillutaða eina felagskvotu upp á tilsamans 5.000 tons av makreli og teir, sum fyrstir verða eftir hesum tilfeingi, kunnu fiska upp til hesa kvotuáseting.
Athena og Poseidon hava stóra framleiðsluorku, og hvørt skipið kann virka eini 300 tons av makreli til matna um samdøgnið.
Eisini onnur
Onnur feløg, sum eiga ísfiskatrolarar, hava eisini havt ætlanir um at fara á makrelveiði í føroyskum sjógvi.
Herfyri hevði Sosialurin samrøðu við Tummas Christophersen í Vestmanna, sum varar av Vestmenningi og Fram.
- Vit hava fingið loyvi at fara á makrelveiði og fara at taka støðu til henda møguleika, tá gulllaksavertíðin er av, segði hann.
Tummas Christophersen segði tað ikki vera óhugsandi, at skipini fara at gera eina roynd, um útlit til veiði og prísir eru áhugaverd, tá tann tíðin kemur.